Barnaverndarstovan

Børn í kroystari støðu

09. desember 2015

Í Danmark verður nú tosað um tørvin og hjálp og stuðli, tá foreldur skulu skiljast. Sambært eini nýggjari frágreiðing koma nógv børn í eina sera ringa støðu, tá foreldrini ikki megna at samstarva.

Tá hjúnaskilnaður er, kemur fjórða hvørt barn í ta støðu, at foreldrini ikki tosa saman. Samstundis siga 17 prosent, at foreldrini tosa ilt um hvønn annan og 12 prosent siga, at foreldrini skeldast ofta.

”Hetta eru øgilig tøl, eg havi ongantíð sæð slíkt. Tað eigur ikki at vera soleiðis, at tað er upp til børnini eina at skapa ein samanhangandi gerandisdag, sigur stjórin í Børns Vilkår, Rasmus Kjeldahl. Tað kemur eisini fram í frágreiðingini, at tá foreldrini ikki klára at samstarva, ganga børnini við boðum millum foreldrini. Børnini brúka so nógv orka til at royna skapa frið, at tey gloyma seg sjálvi. Við hesum verður undirstrikað, at serliga tá hjúnaskilnaðurin gerst beiskur, gongur hetta út yvir børnini. Í slíkum førum eigur samfelagið at stuðla børnunum, halda tey, sum hava tikið stig til kanningina.

Mælt verður tí til, at øll foreldur, sum fara undir ein hjúnaskilnað, eiga at fáa tilboð um  undirvísing í, hvussu tey kunnu samskifta og handfara ósemjur sínámillum, eins og í, hvussu børn bera seg at, tá foreldrini fara frá hvørjum øðrum.

At familjunum tørva hjálp, er eyðsæð. Men tað hevði eisini loyst seg fyri okkum øll, tí tá vit fyribyrgja stríði millum foreldrini, fara tey at hava færri sjúkradagar, og tað verða færri børn, sum skulu til viðgerð hjá sálarfrøðingi, heldur stjórin í Børns Vilkår.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo