Ein greið støða

Evnið ung og rúsdrekka var á skránni í útvarpinum í morgun. Har var millum annað spurt, um foreldur eiga at gera avtalu við børnini um alkoholnýtslu.

Sambært eini kanning, sum var gjørd í Danmark fyri stuttum, hevur bert ein triðingur av foreldrum at ungum í aldrinum 16 til 20 ár eina greiða avtalu við børnini um alkohol og veitslur.

Í SSP, sum tók lut í sendingini saman við Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi, eru tey sannførd um, at vit skulu halda okkum til reglurnar, sum siga, at mann drekkur ikki, fyrr enn mann er 18 ár, sigur Óli Rubeksen frá SSP. Hesin boðskapur gongur eisini aftur í kunningararbeiðinum hjá SSP á skúlunum kring landið.

- Vit halda ikki, at mann sum foreldur skal hava nakra avtalu við barnið um alkohol, tí er ein avtala, er tað tað sama sum at siga, at mann góðtekur at barnið drekkur, segði Óli Rubeksen í útvarpinum í morgun.

Brotið úr morgunsendingini um ung og rúsdrekka er at hoyra her.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 30-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 06-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 02-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 10-10-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 03-10-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-09-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 31-08-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 23-08-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 05-07-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 12-06-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 09-05-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-04-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 27-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 28-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-02-2017