Barnaverndarstovan

Evnisdagar um mentalisering

19. mars 2015

Barnaverndarstova Føroya bjóðar til tveir spennandi evnisdagar um mentalisering 11. og 12. mai 2015. Fyrra skeiðið, sum verður 11.mai, er ætlað leiðarum og eitur “Mentalisering sum leiðsluamboð”. Skeiðshaldari verður Heino Rasmussen, ið er útbúgvin Master of Business Administration (MBA ) og sum starvast á Center for Mentalisering. Heino Rasmussen hevur drúgvar royndir sum ráðgevi, bæði fyri tað almenna og vinnulívið innan fyriskipan og leiðslubroytingar.

Seinna skeiðið, sum verður 12. mai, hevur heitið “Mentalisering, umsorganartrot og sálarløstir” og er ætlað øllum øðrum áhugaðum, sum starvast við børnum (eisini leiðarum). Skeiðshaldari verður Janne Østergaard Hagelquist, sum er sálarfrøðingur og serfrøðingur í barnasálarfrøði og supervisjón. Janne Østergaard Hagelquist hevur m.a. givið út bøkurnar “Mentalisering i mødet med udsatte børn og unge” og “Mentalisering i pædagogik og terapi”.

Mentalisering snýr seg í stuttum um at skilja atburðin hjá sær sjálvum og hjá øðrum sambært mentalu støðuni, sum kann liggja aftan fyri. Mentala støðan er sett saman av eitt nú kenslum, hugsanum, ætlanum, ynskjum, tørvi og metingum hjá hvørjum einstøkum.

Tilmelding fer fram á kf@kf.fo innan fríggjadagin 1. mai 2015.

Báðir skeiðsdagarnir verða í Norðurlandahúsinum kl. 9-15, og kostnaðurin fyri hvørt skeiðið er kr. 1000,-

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo