Barnaverndarstovan

Foreldur, ung og rúsdrekka

09. januar 2018

Eitt átak er júst farið av bakkastokki, har SSP saman við Fólkaheilsuráðnum, teimum báðum bryggjaríunum Føroya Bjór og Okkara, eins og Rúsdrekkasølu Landsins varpar ljós á spurningin, um foreldur eiga at keypa rúsandi løg til tey, sum enn ikki eru fylt 18 ár.

Hugsjónin aftanfyri felags átakið er, at tað skal ikki vera ráðandi rúsdrekkamentan, ið er fyrimyndin hjá børnum og ungum. Heldur eiga vit at skapa eina mentan, har fyrimyndin er eitt virkið umgdómslív uttan rúsdrekka. Her er umráðandi at arbeiða miðvíst fram ímóti, at at børn og ung ikki smakka sær á ov tíðliga.

Leikluturin hjá foreldrunum er sera avgerandi, tá slík mynstur skulu broytast, og tí verður vónað, at foreldrini fara at hugsa seg væl um, tá ið tey halda, at tey skulu keypa rúsdrekka ella fyri tann skuld bjóða sínum ungu rúsdrekka.

Nýggja átakið um ung og rúsdrekka hevur longu fingið umrøðu í miðlunum. Í gjár var eitt lívligt kjak um spurningin í sendingini Góðan morgun Føroyar, sum til ber at hoyra her.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo