Fosturforeldraskipanin arbeiðir við støði í RUGO-skipanini, ið byggir á teir sonevndu fimm førleikarnar, sum krevjast fyri at kunna virka sum fosturforeldur.

Teir fimm førleikarnir eru:

  1. At megna at uppala og geva einum barni umsorgan
  2. At megna at skapa tilknýti til eitt barn, grundað á nærveru, eymleika, støðugleika og við virðing fyri samavgerðarrættinum hjá barninum
  3. At kunna virða og stuðla sambandinum millum barnið og familjuna
  4. At kunna binda seg til eitt lívlangt samband
  5. At kunna vera ein virkin luttakari í einum yrkistoymi

Les meira um teir fimm førleikarnar.