Um tit eru áhugað at gerast fosturforeldur, kunnu tit venda tykkum til Fosturforeldraskipanina. Har fæst kunning um tørvin á fosturforeldrum, góðkenningartilgongdina, útbúgving, stuðul o.s.fr. Áðrenn umsókn tykkara verður viðgjørd, skulu tit fylla út umsóknarskjøl.
Tá Fosturforeldraskipanin hevur fingið umsóknina, byrjar góðkenningartilgongdin. Tykkara familjuviðurskifti verða kannað, og mett verður um, hvørt tit lúka treytirnar og hava førleikar til at gerast fosturforeldur.
Tit skulu eisini á eitt lógarásett skeið fyri fosturforeldur. Skeiðið tekur støði í RUGO-førleikunum.
Um tit verða góðkend til uppgávuna, verða tit skrásett í skipanini. Avtala verður gjørd millum tykkum og Fosturforeldraskipanina um, at tit skulu vera tøk at taka ímóti einum barni, tá tørvur er á tí. Fosturforeldur til tað einstaka barnið verða altíð vald út frá tørvinum hjá barninum.
Tað er týdningarmikið at fyrireika seg væl til uppgávuna sum fosturforeldur. Tí er gott at hava umhugsað og umrøtt ymisk viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi í fosturfamiljum. Tit kunnu fáa íblástur til fyrireikingararbeiðið her.
Lurtið eftir útvarpssending um fosturforeldur her.