Samvera við foreldrini

Eitt barn, sum er sett heiman, hevur rætt til samveru og samband við foreldur síni, um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum. Samverurætturin er eisini ásettur í ST-barnarættindasáttmálanum, har sagt verður, at barnið hevur samverurætt við foreldrini, men at myndugleikarnir kunnu gera avmarkingar í henda rætt, um mett verður, at tað er til barnsins besta.

Samveran verður ásett í einum samstarvssáttmála, sum verður gjørdur millum fosturforeldur, Fosturforeldraskipanina og avvarðandi barnaverndartænastu. Tað er barnaverndartænastan, sum ger tilmæli um títtleika, og á hvønn hátt barnið kann vera saman við familju ella avvarðandi. Mælast kann eisini til samverurætt við onnur enn foreldrini, t.d. við ommur og abbar.

Út frá tilmælinum tekur Føroya Kærustovnur avgerð um samveru millum barnið og familjuna. Verður tað mett best fyri barnið, kann Føroya Kærustovnur nokta foreldrunum samveru og eisini upplýsingar um, hvar barnið býr.