At vera fosturforeldur er at meta sum meira enn eitt vanligt fulltíðarstarv. Fosturforeldur fáa ábyrgd av umsorgan og uppaling í styttri ella longri tíð. Tá fosturforeldur taka ímóti einum barni, geva tey barninum ein nýggjan møguleika og øðrvísi karmar at liva undir.

Barnið kann hava eina barlast við sálarligum ella likamligum løstum, sum gera uppgávuna sum fosturforeldur rættiliga krevjandi. Gerandisdagurin og familjulívið broytast, og tí er umráðandi, at øll familjan er klár til at taka ímóti barninum. Ein fosturfamilja skal eisini vera fús og megna at samstarva við myndugleikar og foreldrini at barninum.

At vera fosturforeldur krevur nógv persónliga og hevur árin á alla familjuna. Samstundis er tað bæði gevandi og læruríkt. Fosturforeldur hava møguleika at geva einum barni ein týðandi førning at bera víðari í sínum lívi. Tað er ein møguleiki fyri at gera mun í lívinum hjá einum øðrum menniskja, og ofta verða bond knýtt fyri lívið.

Fosturforeldraskipanin veitir ráðgeving og skipar fyri regluligari undirvísing og skeiðum fyri fosturforeldrum.

Les Vegleiðing fyri fosturforeldur, eins og treytir til fosturforeldur.