Tá ein bráðfeingis støða tekur seg upp í einum heimi, kann tørvur vera á fosturforeldrum, sum kunnu taka eitt barn til sín alt fyri eitt. Fosturforeldraskipanin kann tí altíð vísa Barnaverndartænastuni á eitt bráðfeingis fosturheim – eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Um tørvur er á einum bráðfeingis fosturheimi, eigur altíð at verða tikið fyrilit fyri næstringum ella øðrum, ið hava tætt samband við barnið.

Tað er formaðurin ella næstformaðurin í barnaverndarnevndini í økinum, sum tekur avgerð um at taka eitt barn úr heiminum beinanvegin.

Les um bráðfeingis umsorganaryvirtøku.