Tá ið fosturforeldur skulu finnast til eitt barn, skal fyrilit altíð takast fyri næstringum ella øðrum við tøttum tilknýti til barnið, um hesi eru egnað sum fosturforeldur hjá barninum. Í hesum sambandi verður vikið frá krøvunum til eitt nú bústað og aldur hjá fosturforeldrunum.

Næstringar ella onnur í netverkinum hjá barninum kunnu tískil verða góðkend sum fosturforeldur til ávísa barnið. Barnaverndartænastan kannar sambandið og viðurskiftini millum næstringarnar og barnið. Síðan verður ein meting gjørd av, um hesir næstringar kunnu geva barninum ta umsorgan og stuðul, sum tørvur er á, møguliga við aðrari serkønari hjálp.

Fosturforeldraskipanin kannar, um næstringarnir lúka treytirnar fyri góðkenning. Um fosturfamiljan verður góðkend, hevur Fosturforeldraskipanin eftirlit við fosturheiminum, og barnaverndartænastan hevur eftirlit við barninum og fyriskipanini.