Tá umlætting verður brúkt sum fyriskipan í einum barnaverndarmáli, býr barnið vanliga fast hjá foreldrunum, men er til umlættingar hjá fosturforeldrum í nakrar dagar við jøvnum millumbilum. Endamálið við einari umlættingarskipan er at veita foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki megna at ansa barninum alla tíðina, umlætting.

Talan kann bara vera um foreldur, sum ikki hava møguleika fyri at fáa børn síni ansað hjá ommum og abbum ella aðrari familju. Talan kann eisini vera um stakar uppihaldarar, ið tørva umlætting av og á, fyri at megna dagligu uppgávuna sum foreldur.

Vanliga verður fyrilit fyrst tikið fyri, um næstringar kunnu átaka sær uppgávuna at taka barnið til umlættingar.

Í ávísum førum kann ein umlætting vara í eitt longri samanhangandi tíðarskeið, t.d. við frítíðarumlætting ella um foreldur fara í viðgerð.