Tá mett verður, at fyribyrgjandi fyriskipanir ikki skapa nøktandi úrslit fyri barnið, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini taka avgerð um, at eitt barn verður umsorganaryvirtikið og sett heiman. Tað merkir, at Barnaverndarnevndin yvirtekur umsorganarábyrgdina av barninum, men kann lata hana víðari í hendurnar á góðkendum fosturforeldrum ella stovni. Hóast Barnaverndarnevndin letur umsorganarábyrgdina víðari, hevur barnaverndarnevndin framvegis endaligu ábyrgdina av barninum.

Umsorganaryvirtøka kemur bert upp á tal, um barnaverndarnevndin hevur troytt møguleikarnar við fyribyrgjandi fyriskipanum.

Umsorganaryvirtøka kann koma upp á tal:

  • tá ið álvarsom vanrøkt er í mun til dagligu umsorganina fyri barninum
  • um barnið er fyri harðskapi ella øðrum álvarsomum ágangi
  • um líkt er til, at heilsa ella menning hjá barninum er í álvarsomum vanda vegna vantandi umsorgan frá foreldrunum
  • um barnið hevur trupulleikar við misnýtslu, hevur brotsligan atburð ella aðrar álvarsamar sosialar trupulleikar
  • um barnið hevur aðrar atferðar- ella tillagingartrupulleikar

Barnaverndarnevndin skal í fyriskipanum um umsorganaryvirtøku við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar eru broyttar, soleiðis at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum. Um so er, skal Høvuðsbarnaverndarnevndin seta avgerðina um umsorganaryvirtøku úr gildi.

Les um Fosturforeldraskipanina.