Fosturforeldraskipanin skal kunna vísa á eina góðkenda fosturfamilju, tá eitt barn verður sett heiman av myndugleikunum. At eitt barn verður sett heiman merkir, at barnið verður tikið úr heiminum frá foreldrum ella verjum og sett í fostur ella til umlættingar í eitt annað heim, hjá góðkendum fosturforeldrum í styttri ella longri tíð.
Eitt barn kann verða sett til fosturs, um foreldrini geva sítt samtykki, um barnið ongan verja hevur, ella um barnið er undir umsorgan hjá barnaverndarnevndini. Eitt barn verður bert sett heiman, um avvarðandi barnaverndartænasta metir, at hetta er besta loysnin fyri barnið.
Talið á børnum, sum búgva hjá fosturfamiljum í Føroyum, liggur í miðal á 70. Harafturat eru umleið 50 børn, sum eru til umlættingar hjá fosturforeldrum nakrar dagar um mánaðin.