Fosturforeldraskipanin er ein partur av virkseminum hjá Barnaverndarstovu Føroya, og liggur undir felagskommunalari umsiting. Fosturforeldraskipanin virkar sostatt fyri alt landið og samstarvar við barnaverndartænasturnar kring landið um mál, har børn eru til fosturs ella til umlættingar hjá fosturfamiljum.