Uppgávur hjá Fosturforeldraskipanini
Uppgávurnar hjá Fosturforeldraskipanini eru í høvuðsheitum:
- At góðkenna fosturforeldur
- At gera kanningar av og hava eftirlit við fosturforeldrum
- At veita fosturforeldrum vegleiðing og ráðgeving
- At skipa fyri skeiðum og undirvísing fyri fosturforeldrum
- At gera og umsita avtalur við fosturforeldur saman við avvarðandi barnaverndartænastu
- At gera og røkja eina skrá við fosturforeldrum og børnum í fosturheimum
Barnaverndarstova Føroya umsitur Fosturforeldraskipanina, sum er fevnd av lógini um barnavernd.