Barnaverndarstovan

Grundskeið í barnaverndarlógini og fyrisitingarrætti

24. november 2016

Mánadagin 19. desember verður eitt skeið hildið, ið er ætlað øllum nýggjum starvsfólkum í barnaverndartænastunum og starvsfólkum, sum tørva eitt uppfrískandi skeið í barnaverndarlóg og fyrisitingarrætti.

Skeiðið verður í hølunum hjá Kommunufelagnum í R. C. Effersøesgøtu 30, mánadagin 19. desember, klokkan 9 – 16. Undirvísari er Jóhan Lamhauge, løgfrøðingur.

Kostnaður fyri skeiðið er kr. 200,00.

Starvsfólk verða biðin um, at tekna seg til skeiðið á bvs@bvs.fo, í seinasta lagi mánadagin 12. desember.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo