Kafékvøld fyri fosturforeldur um skíggjaráð

Dagfesting:
21. februar 2024
Tíðspunkt:
19:00
Mikukvøldið 21. februar klokkan 19 verður høvi hjá fosturforeldrum at hoyra fyrilestur um skíggjaráð, og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – eisini børn og ung.
 
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu leita til. Hesi skíggjaráð taka støði í gransking. Í fyrilestrinum verður til dømis komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtsla (mál)menning og uppmerksemi? Hvussu verjir mann børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari, herundir harðskapi og porno? Hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu? Og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú gott innlit í hetta sera samansetta økið.
 
Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.
 
Fyrilesturin er ókeypis, og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum.
 
Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 16. februar klokkan 12.

Komandi tiltøk

Barnaverndarstovan
04. desember 2024
08:30
At halda seg langtíðarhaldføra/n í relatiónsarbeiði - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup
Fyrilestur um hvussu tað kann slíta allar lívsins leiklutir at vera í sambandi við børn og ung, sum hava avbjóðandi viðføri við sær, og amboð til at halda seg langtíðarhaldføra/n. Tú fært: Einfalda og nýtiliga fatan av, hvussu tíni ymisku sambond kunnu verða slitin, og hvat tú kanst gera fyri at fyribyrgja tí. Einfalda og nýtiliga fatan av tilknýtismynstrum hjá børnum og ungum, og hvussu tað kann upplivast, tá hesi koma til sjóndar í sambandinum við teg, og hvat tú skal gera fyri at umvæla óskynsom tilknýtismynstur. Eina fatan av prísinum av samkenslu og amboð til at gera prísin minni. Við humori og hjartahita tekur Rikke egnar royndir frá kliniskum yrki og supervisiónsrúmi við. Fyrilesturin skiftir millum upplegg og dømi frá gerandisdegnum hjá relatiónsstarvsfólkinum umframt prát við starvsfelagar um, hvussu boðskapir í upplegginum og amboðini kunnu brúkast í gerandisdegnum.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Málbólkur Øll sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólki á skúlum, dagstovnum, serskúlum, samdøgurstovnum, kreppumiðstøðum, familjuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fosturforeldur.   Tíð og stað Dagurin verður hildin mikudagin 4. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.    Tilmelding og prísur Prísur um meldað verður til í seinasta lagi 1. juni: 1000 kr. Prísur frá 2. juni: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.   Mynd Tekningin er úr bókini, “Udviklende øjeblikke i plejefamilien” frá Akademisk Forlag 2022. Teknað hevur Lonnie Hamborg.
Barnaverndarstovan
03. desember 2024
08:30
Avleiðingar av vansorgan og mennandi løtur í sosialpedagogiskum arbeiði - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup
Fyrilestur um avleiðingar av vansorgan við denti á menningarsálarfrøði og tilknýti. Harumframt fært tú: Einfalda og nýtiliga fatan av, hvussu vansorgan ávirkar børn við innara neiligum arbeiðsfrymlum við lágum sjálvsvirði og misáliti á verðina. Einfalda og nútímans framløgu av menningarsálarfrøðiliga ástøðinum hjá Daniel N. Stern og av tilknýtisástøði. Amboð til at arbeiða við relatiónum, sum fer at styrkja trygga tilknýtið hjá barninum og virkar sum verjandi faktorur hjá barninum. Amboð til at vera í sambandinum við børn, sum vísa eyðkenni upp á ótrygt  tilknýtismynstur. Við humori og hjartahita tekur Rikke sínar egnu royndir við, bæði sum sálarfrøðingur og supervisari og sum sálarfrøðingur á samdøgurstovni. Fyrilesturin skiftir millum upplegg við dømum frá samdøgursviðgerð og prát millum starvsfelagar um, hvussu boðskapirnir og amboðini kunnu brúkast í teirra gerandisdegi. Eisini verður víst, hvussu børn kunnu verða styrkt í síni frásøgn um seg sjálv við vitnisburði (børnebevidning) sum amboð í sambandi við interventión, barnafrágreiðing og kanning.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Málbólkur Øll, sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólk á skúlum, serskúlum, dgastovnu, samdøgurstovnum, kreppumiðstrøðum, famijuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fostuforeldur.    Tíð og stað Dagurin verður hildin týsdagin 3. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.    Tilmelding og prísur Prísur um meldað verður til í seinasta lagi 1. juni: 1000 kr. Prísur frá 2. juni: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.   Mynd Tekningin er forsíðumynd til bókina, “Udviklende øjeblikke” frá Akademisk Forlag 2019. Teknað hevur Lonnie Hamborg.
Barnaverndarstovan
02. desember 2024
08:30
Bersøgin foreldur virka í kærleika - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup
Summi foreldur eru so nógv uppií, at tey arbeiða ímóti og kritisera lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk. Samstarvið gongur striltið – og tað gongur út yvir børnini. Hvørji eru tey bersøgnu foreldrini? Hvat fær tey at fara so fram? Hvørjar avleiðingar hevur teirra atferð fyri børnini og teirra menning? Og hvussu kunnu lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk handfara foreldur við stórum krøvum og sterkum kenslum konstruktivt og professionelt – eisini tá ósemja er í luftini? Ein fyrilestur, sum snýr seg um, hvussu námsfrøðingar, lærarar og onnur stravsfólk, bæði á almenna- og serøkinum, kunnu fáa sum mest burtúrúr samstarvinum við foreldur, sum gera vart við seg langt inn í dagstovnsins-, skúlans og frítíðarskúlans gerandisdag.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Málbólkur Fakfólk í skúla-, dagstovna- og serøkinum og onnur, sum í sínum yrki hava samstarv við foreldur.   Tíð og stað Dagurin verður hildin mánadagin 2. desember Løkshøll í Runavík. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.     Tilmelding og prísur Prísur um meldað verður til í seinasta lagi 1. juni: 1000 kr. Prísur frá 2. juni: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.   Mynd Tekningin er forsíðumynd til bókina, “Markante forældre” frá Dansk Psykologisk Forlag 2017. Teknað hevur Lars Andersen.
Barnaverndarstovan
15. apríl 2024
08:30
2 daga skeið: Familjuviðgerð við Heino Rasmussen og Janne Østergaard Hagelquist
Mánadagin og týsdagin 15. og 16. apríl bjóða við saman við Center for Mentalisering 2 daga skeið um familjuviðgerð. Skeiðið er fyri familjuviðgerar. Mánadagur 15. apríl: Arbeiðsháttur og amboð í arbeiðnum við familjum við Heino Rasmussen Mentalisering í arbeiðnum við familjum. Vald og læring í nútímans foreldraskapi. Hvussu verður mann ein natúrligur autoritetur í sambandinum við børn og tannáringar? Gjøgnumgongd av vanligu familjubygnaðunum við denti á mørk og hierarki. Amboðskassin til mentalisering – ein myndil fyri at stuðla undir menning og læring hjá børnum.   Týsdagur 16. apríl: Praksisdagur við Janne Østergaard Hagelquist Vit arbeiða við STORM-frymlinum í familjuhøpi. Dentur á at arbeiða við vreiði í familjuni. Dagurin bjóðar eisini supervisión.   Pláss er fyri 15 luttakarum – so ger skjótt av fyri at tryggja tær pláss! Kostnaður fyri báðar dagar er 4.500 kr. Skeiðið er báðar dagar klokkan 9-15 í R. C. Effersøesgøtu 30 kjallaranum. Morgunmatur stendur frammi frá kl. 8.30. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi 22. mars klokkan 12.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo