Klædnahjálp frá Reyða Krossi til fíggjarliga illa staddar familjur

Reyði Krossur hjálpir familjum, ið eru fíggjarliga illa staddar, við Reyða Kross Klædnahjálpini. Øll, sum hava hjálp fyri neyðini, kunnu fáa klæði til síni børn, við at seta seg í samband við Reyða Kross. Til ber at ringja beinleiðis til Klædnahjálpina á hesi telefonnummur: Jóhanna – 275106, Gunn – 283377 og Gunnvør – 258589.

Avtala verður gjørd beinanvegin, um nær og hvussu ein fær klæðini. Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. nr. 319630 ella senda Reyða Krossi t-bræv á redcross@redcross.fo

Reyða Kross Klædnahjálpin byrjaði í 2013 sum eitt nýtt sosialt virksemi í Reyða Krossi Føroya, ið veitir góð barnaklæðir frá klædnaskiljingini til familjur í Føroyum, ið hava tørv á hesi hjálp. Hetta eru familjur, har tey vaksnu hava mist arbeiðið ella hava eina lága inntøku - ella tey eru rakt av sjúku ella av ymiskum sosialum trupulleikum.

Reyða Kross Klædnahjálpin bjóðar eisini Herberginum at fáa góð klæðir til teirra brúkarar, eins og Reyði Krossur bjóðar Kvinnuhúsinum bráðfeingispakkar við klæðum bæði til vaksin og børn, tá onkur av teirra brúkarum fær tørv á hesum.

Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum leiðara og tveimum varaleiðarum.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018