Barnaverndarstovan

Klædnahjálpin hjá Reyða Krossi

03. november 2015

Reyða Kross Klædnahjálpin fyri barnafamiljum, ið hava hjálp fyri neyðini, skipar aftur fyri tiltaki, sum verður leygardagin 21. november kl. 11 – 14. Tiltakið verður í Stiðjagøtu 6, við Velbastaðvegin í Havn (Safari Transport heldur til í sama húsi).
 
Klæðini, ið eru frá klædnaskiljingini hjá Reyða Krossi, eru góð og nýmótans. Her eru heitar bundnar troyggjur, kavadraktir, veitsluklæðir og nógv annað gott. Reyði Krossur hjálpir fólki, ið hava hjálp fyri neyðini, so at øll hava møguleika at hava góð klæðir til seg og síni.
 
Um onkur kemur í eina ringa støðu uttanfyri føstu tiltøkini hjá Reyða Krossi, eru tey vælkomin at ringja ella senda sms til tey sjálvbodnu í Reyða Krossi, ið varða av Klædnahjálpini: 275106 - Jóhanna,  283377 - Gunn ella  258589 Gunnvør, so ein loysn kann finnast í felag, sigur Reyði Krossur frá.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo