Misskilt frælslyndi

Blaðið Kvinna tekur í nýggjastu útgávuni í oktober 2016 sera viðkomandi spurningin um ung og rúsdrekka upp. Hvussu bera vit okkum at, tá ein stórur partur av teimum 14-15 ára gomlu byrja at smakka sær á? Skulu vit lata standa til og kanska keypa teimum  øl og annað rúsandi, ella skulu vit vera meira afturhaldin, seta mørk og fáa tey ungu at bíða sum longst?

Mong foreldur koma í hesa tvístøðu, tá børn teirra vilja hava fatur á rúsdrekka. Í roynd og veru eru spurningarnir tó ikki so torførir at svara. Børn og rúsdrekka hoyra ikki saman -  so einfalt er tað. Børn eru als ikki búgvin, hvørki likamliga ella sálarliga, til at drekka rúsandi løg.

Tí ræður um at hækka byrjanaraldurin, so vit síggja enn færri 13-14 ára gomul ganga ávirkaði. Rákið hevur í so máta gingið rætta vegin seinnu árini.

Ráðini hjá Óla Rubeksen, SSP-ráðgeva, ið er ein av teimum, sum siga sína hugsan um spurningin í Kvinnu, heldur, at mong av foreldrunum eru ov frælslynt.

- Við at fylgja betri við og vera meira afturhaldin við rúsdrekka, er betri javnvág hjá teimum ungu og tey drekka minni, heldur Óli.

Tað ræður um hjá foreldrunum at viga upp ímóti tí bólkatrýsti, sum børn og ung ofta geva eftir fyri. At ein bólkur millum tey ungu drekkur, merkir ikki, at øll gera tað. Tá tann størri parturin av einum árgangi ikki smakkar sær á, eiga vit at fortelja børnum okkara hetta.

- og at fyri at kunna keypa rúsdrekka, er 18 ára aldursmark!

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018