Barnaverndarstovan

Nýggjur leiðari í Suðuroy

03. september 2015

Annika Jónsveinsdóttir byrjaði 1. september í starvi sum leiðari fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu.

Annika er 31 ára gomul, og er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat lokið hægri útbúgving innan sosialt arbeiði frá lærda háskúlanum í Ålborg. Í hesum sambandi skrivaði hon serritgerð um børn, ið eru sett heiman.

Á deildini á Tvøroyri, har barnaverndartænastan heldur til, starvast, umframt leiðaran, fýra málsviðgerar og ein sálarfrøðingur.
 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo