Barnaverndarstovan

Ráðstevna í Finnlandi

10. juni 2015

Norðurlendska barnaverndarráðstevnan (NBK) verður í ár hildin í døgunum 26. – 28. august í finska býnum Åbo. 

Høvuðsevnið á hesum sinni verður Til Barnsins Besta eftir norðurlendskum sjónarmiðum – góð dømi og avbjóðingar.

Eitt høvuðseyðkenni fyri Norðurlond man vera tann orka, ið løgd verður fyri dagin, tá mismunir skulu fáast burtur. Tá hugsað verður uppvøkstur og menning hjá børnum, ræður serliga um, at øll fáa somu grundleggjandi tænastu. Hesar tænastur skapa eisini møguleikar fyri, at øll kunnu fáa hjálp og stuðul, hóast støðan og avbjóðingarnar kunnu vera ymiskar. Hugsjónin í Norðurlondum tryggjar, at tað, ið verður hildin at vera til barnsins besta, verður sett í verk, meðan barnið so hvørt búnast og verður gjørt út til vaksnamannalívið.

Sambært Barnarættindasáttmálanum hjá ST er lættast at gera hugsjónina um barnsins besta til veruleika, tá nøktandi stuðul verður tryggjaður foreldrum  og børnunum, ið tey uppala. Serliga eiga vit at hugsa um tann tørv, ið børn, sum verða sett heiman, hava, eins og hvussu vit kunnu fáa familjur aftur á beint, sum eru komnar í eina ringa støðu.

Við ársins høvuðsevni  á ráðstevnuni vil norðurlendski fyrireikingarbólkurin, at vit menna hugtakið Til Barnsins Besta enn meira í felag.

Tað er av stórum týdningi, at starvsfelagar kunnu at tosa sínámillum um, hvussu hugtakið til barnsins besta gerst veruleiki dag og dagliga og í teimum stigum, sum barnaverndararbeiðið tekur á menningarleið. Ikki minni umráðandi er tó at skifta orð um ymsu avbjóðingarnar, sum barnaverndarøkið hevur í norðurlondum, og vit taka hesar avbjóðingar upp. Hetta er í stóran mun knýtt at, hvørja kós norðurlendsku vælferðarsamfeløgini fara at velja at velja komandi árini – og ikki minst, um hildið verið fast við stuðulin til tey, sum á ymsan hátt sita uttarlaga í samfelagnum.

Meira fæst at vita um ráðstevnuna her.

 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo