Skeið innan sálarløstir, harðskap og kynsligan ágang

Barnaverndarstovan skipar í døgunum 4. og 5. oktober fyri skeiði, sum viðger sálarløstir í familjuni, mentalisering í fatan og viðgerð av sálarløstum, harðskapi og kynsligum ágangi.

Tað er Janne Østergaard Hagelquist, ið vit kenna frá fleiri áhugaverdum skeiðum áður, sum stendur fyri. Skeiðið verður hildið í Smæruni, báðar dagar kl. 9-15, og kostnaðurin er 600 krónur, íroknað mat.

Skeiðið vendir sær fyrst og fremst til sosialráðgevar á barnaverndartænastunum, fólk sum fáast við familjuviðgerð, sálarfrøðingar, eins og onnur, sum arbeiða á sosiala økinum. Eisini fosturforeldur eru vælkomin.

Innihaldið a skeiðinum er hetta:

  • Stutt innleiðsla og uppafturtøka av mentaliseringshugtakinum
  • Hvørja ávirkan hevur harðskapur og kynsligur ágangur á børn
  • Sálarløstir og skaðar á menningina
  • Fatanin av, hvønn týdning skomm og skuldarkensla hevur í familjum, har harðskapur og kynsligur ágangur valdar
  • Dynamikkur í familjuni og parlagnum, har harðskapur og/ella kynsligur ágangur fer fram
  • Strukturell familjuviðgerð í mentaliseringshøpi
  • Sálarløstir tvørtur um ættarlið og trupulleikar í viðgerðini
  • Viðgerðin av børnum, sum hava verið fyri harðskapi og kynsligum ágangi, eftir STORM-arbeiðsháttinum
  • Hvussu ansar ein eftir sær sjálvum, tá arbeitt verður við ágangi og harðskapi – parallellar prosessir, projektiónir og refleksivar mentanir
  • Hvussu byggja vit upp styrki hjá børnum við sálarløsti

Møguleiki verður fyri supervisión av og á á skeiðinum.

Tilmelding fer fram hjá armgard@kf.fo, ella við at ringja til tlf. 302480 í seinasta lagi fríggjadagin 22. september.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 30-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 06-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 02-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 10-10-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 03-10-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-09-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 31-08-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 23-08-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 05-07-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 12-06-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 09-05-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-04-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 27-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 28-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-02-2017