Skeiðsdagar um mentalisering við Janne Østergaard Hagelquist

Dagur 1: Hví eru so mong børn og ung, sum hava tað trupult í dag?

  • Ungdómsmentan, væntanir, sosialir miðlar, diagnosur og perfektionisma
  • Børn og ung við serligum avbjóðingum, so sum ADHD-, ADD- og AST-ólagi, í mentaliseringarhøpi
  • Angist, tynglyndi og skúlafrávera hjá børnum og ungum
  • Ung á eggini – sjálvmorðshótt ung

 

Dagur 2: Hvussu arbeiða vit mentaliseringargrundað við fokus á børn og ung við

serligum avbjóðingum?

  • Mentaliseringargrundaðar samrøður og viðgerð av børnum og ungum
  • Týdningurin av felagsskapinum og bólkinum – arbeiðið við barna- og ungbólkum
  • Mentaliseringargrundað supervisión

 

Undirvísari

Janne Østergaard Hagelquist

 

Málbólkur

Sosialráðgevar, námsfrøðingar og onnur, sum arbeiða við børnum og ungum í útsettum støðum og børnum og ungum við serligum avbjóðingum.

 

Kostnaður og tíðarskeið

Dagar: 23. og 24. mars 2022                                                    

Klokkan: 9.00-15.00

Skeiðið verður í Smæruni í Havn

Kostnaður fyri hvønn: kr. 2.500 íroknað morgunmat, kaffi fyrrapart, miðmála á middegi og kaffi seinnapart.

 

Tilmelding

Melda til í seinasta lagi 1. mars á bvs@bvs.fo. Vinarliga upplýs full nøvn á teimum, sum verða meldað til og t-post hagar rokning skal sendast.

Gev gætur at plássið er avmarkað, og at tey sum eru skjót at melda til fáa pláss, til fult er.

Gev eisini gætur, at tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men at til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma.

 

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 13-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 26-10-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 23-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 15-06-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 02-06-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 19-05-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 07-05-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 02-03-2021
BARNAVERNDARSTOVAN 10-02-2021