Ávís viðurskifti kunnu gera seg galdandi, sum økja ella minka um sannlíkindini fyri, at eitt barn ella ungfólk kemur sær út í kriminalitet. Hesi viðurskifti verða ofta umrødd sum ávíkavist vandafaktorar og verndarfaktorar.

SSP er ein skáksigling millum verndar- og vandafaktorar. Arbeitt verður á báðum økjum við ávíkavist at styrkja og at avmarka viðurskifti ella umstøður, sum kunnu ávirka annan vegin.

Vandafaktorar

Ein vandafaktorur boðar frá øktum sannlíkindum fyri, at onkur kemur sær út í kriminalitet. Skiljast kann millum einstaklingafaktorar, familjufaktorar, umhvørvisfaktorar og bygnaðarfaktorar, sum allir kunnu gera seg galdandi hvør á sín hátt. Lág sjálvsstýring er eitt dømi um ein einstaklingavandafaktor, meðan rúsevnismisnýtsla er ein familjuvandafaktorur.

Verndarfaktorar

Ein verndarfaktorur boðar frá lítlum sannlíkindum fyri, at onkur kemur sær út í kriminalitet, ella tekur burtur ella minkar árinini av vandafaktorum. Eisini her verður skilt millum einstaklingafaktorar, familjufaktorar, umhvørvisfaktorar og bygnaðarfaktorar. Ein jalig sjálvsfatan er dømi um ein einstaklingaverndarfaktor. Jalig viðurskifti við familjuna er ein familjuverndarfaktorur.