Skúlin hevur ein týðandi leiklut í SSP-samstarvinum, og í flestu førum virkar skúlin sum pallur fyri átøkum í SSP-høpi. SSP-ráðgevingin vitjar javnan úti á skúlunum, har almenn viðurskifti so sum trivnaður millum næmingar og foreldranetverk verða viðgjørd. Harumframt samskipar SSP-ráðgevingin nøkur afturvendandi átøk, sum verða skipað á ávísum floksstigum í øllum skúlum í landinum. Onnur átøk verða fyriskipað lokalt antin í økisbólkum ella á einstøku skúlunum, og eru tað SSP-lærarar, ið skipa fyri.

Fastløgdu átøkini hjá SSP-ráðgevingini, sum skúlar fáa tilboð um, eru:  

SSP-ráðgevingin

Frá skúlabyrjan – Spælibólkar

Foreldur - Foreldranetverk

4. flokkur – Tryggari á netinum

7.-8. flokkur – Ung og lívið

 

Umframt hetta bjóða aðrir partar eisini undirvísing fyri næmingum, sum er liður í fyribyrgjandi arbeiði:

Løgreglan

1. flokkur – Ferðsla

6. flokkur – Fyribyrging, stuldur

8. flokkur – Fyribyrging, rúsevni

9. flokkur – Fyribyrging, harðskapur og revsiváttan