SSP er eitt skipað samstarv millum høvuðspartarnar, skúla, sosialar myndugleikar og løgreglu.

SSP-arbeiðið er skipað í átta økisbólkar, sum eru knýttir at skúlunum kring landið. Økisbólkarnir eru mannaðir við lærarum, umboðum fyri barnaverndartænastur, heilsufrøðingum, løgreglufólki, starvsfólki í ungdómshúsum og umboðum frá Sernámi.

Evsta ábyrgd fyri samstarvinum liggur hjá einum leiðslubólki. Leiðslubólkurin ásetir stevnumið og skal tryggja SSP-samstarvinum nøktandi karmar at arbeiða undir.

Harumframt er ein samskipanarbólkur, sum savnar viðkomandi vitan um livikor og lívsstíl hjá børnum og ungum og eftirmetir fyribyrgjandi arbeiðið. Hesir báðir bólkarnir eru mannaðir við umboðum úr miðfyrisitingini, kommununum og løgregluni.