Ábyrgdarbýtið

Høvuðspartarnir í SSP-samstarvinum eru skúli, sosialir myndugleikar og løgregan. Harumframt luttaka aðrir partar eisini í samstarvinum, m.a. heilsufrøðingar og starvsfólk í ungdómshúsum. Breiða umboðanin í samstarvinum hevur við sær møguleikar fyri at samskipa vitan og avgerðir tvørtur um fakmørk. Samstundis letur tað upp fyri kjølfesti politiskt, á leiðslustigi og á útinnandi stigi, soleiðis, at til ber at fremja breiðar heildarfyriskipanir í fyribyrgjandi arbeiðinum fyri børn og ung.

Umboð fyri avvarðandi partarnar eru við í Leiðslubólkinum og Samstarvsbólkinum fyri SSP-samstarvið. Partarnir hava hesi ábyrgdarøki:

Almannamálaráðið: Barnavernd

Heilsumálaráðið: Fólkaheilsuráðið, Gigni

Mentamálaráðið: Fólkaskúli, miðnámsskúlar, Sernám

Føroya Landfúti: Løgregla

Kommunufelagið: Barnaverndarstova, barnaverndartænastur, sosialar deildir, virkishús