Leiðslubólkurin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av SSP-samstarvinum og skal tryggja nøktandi karmar. Leiðslubólkurin skal eisini samtykkja stevnumið og virkisætlan fyri samstarvið.

Leiðslubólkurin er mannaður soleiðis:

  • Landsstýrisfólk og aðalstjóri í Mentamálaráðnum
  • Landsstýrisfólk og aðalstjóri í Almannamálaráðnum
  • Landsstýrisfólk og aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
  • Formaður í Kommunufelagnum
  • Føroya Landfúti