SSP-arbeiðið er skift sundur í átta SSP-økisbólkar kring landið, sum eru knýttir at skúlunum. Endamálið við økisbólkunum er at menna og røkja faklig netverk, sum hava eina mennandi og fyribyrgjandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum. Arbeitt verður út frá virkisskránni í “Mál og mið”. Luttakarar í arbeiðinum eru lærarar, barnaverndartænastan, heilsufrøðingar, løgreglufólk, starvsfólk í ungdómshúsum og Sernámi.

Økini eru:

Tórshavn 1: Sankta Frans skúli, Kommunuskúlin, Skúlin á Argjahamri, Venjingarskúlin, Kollafjarðar skúli og Margarinfabrikkin

Tórshavn 2: Eysturskúlin, Hoyvíkar skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Klubb 188 og Margarinfabrikkin

Norðoyggjar: Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósánna, Skúlin á Fossánesi, Viðareiðis skúli og Húsið

Vágar: Sørvágs skúli, Skúlin á Giljanesi og Loftið

Norðstreymoy og Sundalagið: Vestmanna skúli, Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli, Norðskála/ Oyrar skúli, Eiðis skúli, Felagsskúlin á Oyrarbakka, Garnahúsið og Staðið

Sandoy: Sands skúli, Skopunar skúli, Sandoyrar Meginskúli og ungdómshúsið á Sandi

Skálafjørðurin: Skúlin við Løkin, Stranda skúli, Tofta skúli, Skála skúli, Frískúlin Keldan og ungdómshúsið á Toftum

Norðeysturoy 2: Skúlin í Eysturkommunu og Fuglafjarðar skúli

Suðuroy: Hvalbiar skúli, Tvøroyrar skúli, Vágs skúli, Sumbiar skúli, Porkeris skúli, Pakkhús 4 og ungdómshúsið í Vági

Bólkarnir arbeiða í høvuðsheitum við staðbundnum viðurskiftum. Endamálið við bólkunum er at samskipa og fremja tað fyribyrgjandi arbeiðið og seta ítøkilig tiltøk í verk við atliti til stevnumið og virkisætlan.

Bólkarnir eru skipaðir sum sjálvstýrandi toymi við einum bólkaleiðara. Bólkaleiðarin er fundarstjóri á fundunum og hevur ábyrgd fyri dagsskrá og fundarfrásøgn. Limirnir í bólkinum hava ábyrgd av at byggja upp eitt mennandi arbeiðslag og gagnnýta møguleikarnar fyri einum skipaðum fakligum netverki.

Bólkarnir hittast uml. átta ferðir um árið.