Uppgávan hjá samskipanarbólkinum er at gera uppskot til leiðslubólkin um stevnumið og virkisætlan hjá SSP-samstarvinum. Við støði í stevnumiði og virkisætlan skal samskipanarbólkurin seta í gongd og eftirmeta fyribyrgjandi arbeiðið.

Bólkurin skal harumframt savna inn vitan um viðurskifti, livikor og lívsstíl hjá børnum og ungum.

Samskipanarbólkurin hevur fýra fundir árliga.

Í samskipanarbólkinum sita umboð fyri:

  • Mentamálaráðið
  • Almannamálaráðið
  • Heilsumálaráðið
  • Kommunufelagið
  • Barnaverndarstovu Føroya
  • Løgregluna