Skúlin er helst týdningarmesti pallurin í SSP-samstarvinum, og allir skúlar hava tilknýti til ein SSP-lærara. Uppgávan hjá SSP-læraranum er yvirskipað at arbeiða við trivnaði og fyribyrging á øllum floksstigum í einstaka skúlanum.

SSP-lærarin hevur ávíst tímatal hvørja viku, sum verður nýtt til SSP-arbeiði. Tímatalið verður ásett út frá støddini á skúlanum.

Uppgávurnar hjá SSP-læraranum eru, at:

  • Taka lut á fundum í SSP-økisbólkinum og vera sambindingarlið millum skúlan og SSP-økisbólkin
  • Miðla vitan um SSP-samstarvið í økinum og um tiltøk/átøk til hinar lærararnar, næmingarnar og foreldrini
  • Vegleiða á skúlanum um tilfar og undirvísing í SSP-høpi
  • Fylgja væl við tí, sum fer fram millum næmingarnar á skúlanum
  • Ráðgeva starvsfelagum á skúlanum í einstaklingamálum
  • Samskipa SSP-átøk á skúlanum
  • Vera skrivari á fundum í økisbólkinum