SSP-ráðgevingin er partur av virkseminum hjá Barnaverndarstovu Føroya. Eitt fólk, ein ráðgevi, starvast á ráðgevingini.

Høvuðsuppgávan hjá SSP-ráðgevingini er at samskipa SSP-arbeiðið og at menna hugskot til fyribyrgjandi arbeiði. Hetta fevnir m.a. um:

  • At vera sambindingarlið og kveikjari hjá leiðslubólki, samskipanarbólki og økisbólkum
  • At ráðgeva og vegleiða skúlum og stovnum um fyribyrgingararbeiði
  • At skipa fyri undirvísing og upplýsing fyri børnum, ungum, foreldrum og øðrum í sambandi við fyribyrgjandi átøk
  • At standa á odda fyri fakligari menning í sambandi við útgreiningar, átøk og nýhugsan um fyribyrging
  • At savna hagtøl og skjalfesta vitan

Fyri at tryggja eina støðuga gongd í økisbólkunum, luttekur SSP-ráðgevin, eftir førimuni, á øllum fundum.