Royndir vísa, at foreldur eru besta fyribyrgjandi eindin. Tí kann tað vera gott at tosa og samstarva við onnur foreldur um fyribyrgjandi leiklutin, og møguliga semjast um nøkur felags mørk fyri børn ella ung í einum bólki.

SSP-ráðgevingin eggjar foreldrum at skipa foreldranetverk frá skúlabyrjan. Eitt foreldranetverk er, tá foreldur hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur og hugskot í sambandi við viðurskifti í gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Endamálið er:

  • At fremja trivnað við at geva innlit í støðuna hjá børnunum
  • At fyribyrgja happing
  • At skapa felags karmar fyri veitslur, rúsdrekka, nær barnið skal vera heima á kvøldi o.s.fr.
  • Tað er lættari at handfara trupulleikar, tá foreldrini kennast og tosa saman

Tilfar:

12 góð ráð

Samspælið