Í sambandi við SSP-samstarvið bjóðar løgreglan øllum skúlum í Føroyum fyribyrgjandi undirvísing. Næmingar í 1. flokki fáa frálæru í ferðslu, 6. og 9. flokkur fáa kriminalitetsfyribyrgjandi undirvísing  við denti á ávíkavist stuldur og harðskap.

Ferðslufrálæran snýr seg um grundleggjandi viðurskifti í ferðsluni sum t.d.:

  • At vera sjónlig í ferðsluni
  • At fara trygt tvørtur um vegin
  • Trygdarbelti
  • Skelti og ljóskurvar

 

Endamálið við kriminalitetsfyribyrgjandi undirvísingini er m.a.:

  • Næmingurin skilir týdningin av lógum og viðtøkum
  • At eggja næminginum at fylgja lógini
  • At næmingurin skilir, nær hann fremur eitt lógarbrot
  • At næmingurin fær kunnleika um revsing og revsiváttan
  • At stuðla næminginum til sjálvstøðugt og ábyrgdarfult at velja eitt gott lív

 

Nærri kunning fæst á ssp@politi.fo