Spælibólkar er ein fyriskipan, sum arbeiðir við trivnaðinum í einum skúlaflokki. Børnini eru saman í bólkum við skiftandi samanseting, og tey vitja heima hvør hjá øðrum. Endamálið er, at børnini eru opin og læra hvørt annað at kenna.

Børnini í einum flokki eru saman í nógv ár. Hóast hetta, er als ikki vist, at tey kennast serliga væl. Tey hava kanska eina mynd av hvørjum øðrum, sum í nøkrum førum passar væl, men í øðrum førum er heilt av leið. Spælibólkar er ein góður máti at arbeiða við trivnaði, og er eitt umhvørvi, har øll hava møguleika at verða hoyrd og sædd. Allir limir í bólkinum sleppa at vísa sítt virði í tryggum, heimligum umhvørvi, ið foreldrini varða av. Samanumtikið snýr tað seg um at styrkja sosiala kapitalin í einum flokki.

Les um skipanina við spæli bólkum her og her. (pdf).