Spæliliðið eru næmingar í 7. flokki, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at spæla saman við yngru næmingunum í fríkorterunum.

Endamálið er at fáa næmingarnar kropsliga virknar og at skapa lív í skúlagarðinum í fríkorterunum. Dentur verður lagdur bæði á rørslu og sosialan trivnað. Næmingarnir í 7. flokki hava verið á skeiði, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á Spæliliðnum, at fáa yngru næmingarnar virknar. Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir á Spæliliðnum hava onkran at venda sær til.

Tað eru SSP og AKT-vegleiðarar, sum standa saman um Spæliliðið.