Sunnir miðavanar, sum vit eru felags um, er ein bókling, sum gevur foreldrum góð ráð um, hvussu tey taka við tí stóri avbjóðingini, sum serliga nýggja teldutøknin hevur havt við sær fyri børn og ung. Komið verður inn á, hvussu nógva tíð børnini eiga at sita við skíggjan - tað veri seg teldil, fartelefon, telduspøl ella sjónvarp. 

Ráðini í faldaranum stuðla foreldrum, sum eru sannførd um, at tætt samband millum børn og vaksin í familjuni og øðrum sunnum felagsskapum er besta støðið at menna børn á, so tey hava fjøltáttaðar førleikar at møta lívinum sum vaksin.

Bóklingurin er at síggja her.