Kunningartøknin er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Tí er týdningarmikið at børnini vita, hvussu tey bera seg at, tá tey ferðast á netinum, og hvørjum tey eiga at vara seg fyri. Børnini eiga at læra at verja viðkvæmar upplýsingar og sítt privatlív. Eisini eiga tey at læra, hvar markið gongur fyri, hvat er loyvt at gera á netinum.

Mælt verður til, at evnið verður tikið upp í 4. flokki. Í hesum sambandi ber til at fáa vitjan av SSP-ráðgevanum til undirvísing og foreldrafundir. 

Tilfar

Samspælið

Sosiala lívið hjá barni tínum á netinum og í fartelefon

Tað er tín avgerð 1

Tað er tín avgerð 2

Veitst tú, hvat barnið ger á netinum?