At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flestøllum, bæði børnum og vaksnum. Hetta setur krøv um skilagóðan atburð og hvussu tú tryggjar títt privatlív. SSP hevur lagt tilfar til rættis, ið leggur dent á fimm viðkomandi tættir, ið stuðla upp undir fyribyrgjandi gongdina, ið er: vitan + hugburður = atburður.

Fimm arbeiðshefti eru gjørd til evnið At ferðast á netinum at nýta innan ymsar lærugreinar í fólkaskúlanum:

Ábyrgdarringarnir

Picture Perfect

Trygg loyniorð

Orð hava vald

Happing á netinum