Í fyribyrgjandi arbeiðinum skal arbeiðast miðvíst við at fremja hugburðin um tað góða lívið. Dentur verður lagdur á, at børnini og tey ungu sjálv hava ábyrgd av sínum gerðum. Tí verður arbeitt við at menna teirra førleikar at taka røtt val.

Arbeitt verður m.a. við ábyrgdini at velja eitt virkið ungdómslív uttan rúsdrekka, við avbjóðingum í talgilda heiminum, vinaløgum og venjingum, sum gera næmingarnar virknar og leggja upp til kjak um hugburð og atburð.

Mælt verður til miðvísa frálæru í 7. flokkunum. Átakið vendir sær somuleiðis til foreldrini og vísir á teirra leiklut sum uppalarar. SSP-ráðgevin vitjar bæði næmingar og foreldur eftir ynski. Mælt verður eisini til at halda fast í tilgongdini í 8. flokki, og leggja serligan dent á rúsdrekka.

an rúsdrekka , avbjóðingar í talgilda heiminum, vinaløgum og venjingum, sum gera næmingarnar virknar og leggja upp til kjak um hugburð og atburð.

 

Tilfar

Prát um rúsdrekka

Samspælið