Fyribyrgjandi samstarvið hjá SSP byggir á, at familjur, børn og ung luttaka av egnum vilja. Meginreglan er, at foreldur, børn og ung eru partar av viðgerðini í sambandi við royndir at fyribyrgja og loysa trupulleikar. Myndugleikarnir eiga at tryggja sær, at familjan er sinnað at lata ymsu fakbólkarnar samstarva um trupulleikarnar.

Í SSP-samstarvinum eru nakrar reglur galdandi, sum víkja frá tí, sum annars er galdandi í sambandi við latan av trúnaðarupplýsingum millum fakfólk og myndugleikar.

Heimild

§ 115 b í rættargangslógini heimilar samstarvspørtunum í SSP at lata upplýsingar um privat viðurskifti hjá fólki, tá hetta er neyðugt í fyribyrgjandi arbeiðinum. Henda ásetingin er ætlað at nýta, eitt nú áðrenn serlig fyribyrgjandi átøk verða sett í verk, og har myndugleikarnir í SSP-samstarvshøpi hava tørv á leysliga at umrøða viðurskifti hjá familjum, børnum og ungum, fyri at kunna meta um, hvørt tørvur er á fyriskipanum ella nærri kanningum.