Starvslýsing: Løgfrøðingur til Barnaverndarstovu Føroya

Barnaverndarstovan søkir eftir løgfrøðingi. Løgfrøðingurin skal, saman við einum sosialráðgeva og einum sálarfrøðingi, røkja uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni.

Um starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðinginum vera m.a. hesar:

• At vegleiða barnaverndartænasturnar og geva teimum ráð í almennum spurningum um at viðgera barnaverndarmál
• At undirvísa barnaverndartænastunum um uppgávur teirra sambært barnaverndarlógini
• At framleiða og dygdarmenna ymiskt skrivligt tilfar, m.a. vegleiðingar, leiðreglur og mannagongdir
• At savna saman og umsita hagtøl fyri Barnaverndarstovuna, Barnahúsið og Fosturforeldraskipanina.
• At gera ársfrágreiðing um virksemið hjá stovninum

Førleikakrøv
Løgfrøðiligt embætisprógv er eitt krav, eins og viðkomandi starvsroyndir verða mettar høgt.

Kunnleiki til og áhugi fyri barnavernd og fyrisiting eru fyrimunir, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum.

Tú ert samstarvssinnað/ur og hevur semjusøkjandi hugburð, samstundis sum málini verða viðgjørd á einum fakliga høgum støði.

Tú dugir væl og virðismetir hetta at samskifta við ymiskar myndugleikar, og tú ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú ert fúsur at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú dugir sera væl at orða teg á føroyskum og væl á enskum máli, bæði skrivliga og munnliga.

Løn og setanarviðurskiftið
Løgfrøðingurin vísir til leiðaran á Barnaverndarstovu Føroya.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Starvið er fulla tíð, og verður sett so skjótt, sum til ber

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til: 

Barnaverndarstovu Føroya
R. C. Effersøesgøta 26
FO-100 Tórshavn
Ella umvegis teldupost á ob@bvs.fo

Umsóknin skal vera Barnaverndarstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. oktober 2019, kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ber til at venda tær til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya á tlf. 225696 ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tlf. 282480.


Barnaverndarstova Føroya er felagskommunalur stovnur við heimild í barnaverndarlógini.
Endamálið við barnaverndarlógini er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, so tey fáa ein tryggan uppvøkstur.
Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í landinum, harundir m.a. at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at vegleiða barnaverndartænasturnar kring landið og geva teimum ráð, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, og at fáa til vega hagtøl og at skipa fyri gransking og menning á økinum. SSP-samstarvið er eisini partur av Barnaverndarstovuni.
Barnaverndarstova Føroya heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommunufelagnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

 

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 02-07-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 28-05-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 14-03-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 12-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-02-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 15-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 04-01-2019
BARNAVERNDARSTOVAN 06-12-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 20-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-11-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 23-10-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 08-10-2018