Uppvøkstur við skíggjan

Í dag fáa  flestøll børn teldlar, fartelefonir, teldur, Playstation og tílíkt heilt tíðliga upp í hendurnar, og hesir miðlar fylla saman við sjónvarpinum nógv í gerandisdegnum. Tann nógva tíðin, sum børn í dag verða undirhildin av tí, sum hendir á einum skíggja, hevur fingið  nógva umrøðu millum serfrøðingar av ymsum slagi – men tað er sum við veðurlagsbroytingunum: onki verður gjørt við støðuna. Vit lata standa til, líka til tað fløðir inn um dyrnar.

Lítil ivi man vera um, at nýggja tøknin ger børnini meira og meira óvirkin, og kann minka um førleikarnar at søkja saman við øðrum børnum, har tey sínámillum mennast eitt nú málsliga, sosialt og alment. Eyðsæð er, at tá barnið situr einsamalt við skíggjan, fer hetta av tíðini, ið kundi verið brúkt saman við foreldrunum og øðrum vaksnum fólki.

Vit vita í roynd og veru ikki rættiliga, hvussu nógv nógv broyttu miðlavanarnir fara at ávirka unga ættarliðið – tað fer at vísa seg um nøkur ár. Men støðan í dag er nógv merkt av, at tey vaksnu í lítlan mun eru til staðar í hesum parti av barnalívinum.  Foreldur og vaksin annars fylgja vanliga væl við, hvat børn teirra takast við, so tað kann tykjast løgið, at vit vaksnu ikki til rættiliga gáa eftir, hvussu nógv børnini ferðast úti á tí veldiga alnetinum, og hvussu hetta ávirkar tey.

Her mugu tey vaksnu taka seg um reiggj og vera før fyri at seta mørk, tí tøknin skapar nýggjar avbjóðingar, og tær avbjóðingar, sum frammanundan eru í barnalívinum, flyta við inn í talgilda heimin.

Ein ávísur áhugi er hjá dagstovnum, skúlum og ikki minst millum foreldur at seta evnið børn og miðlar á dagsskrá og tryggja sær, at børnini fáa teir talgildu førleikar, samfelagnum tørvar, uttan at vit missa nærveruna og felagsskapin burtur.

SSP heldur eisini, at vit eiga at ansa eftir, hvussu dagsins miðlanýtsla ávirkar børnini. Tí hevur SSP givið út bóklingin Sunnir miðlavanar – sum vit eru saman um, har øll foreldur, sum vilja vera við í talgildu  menningini og trivnaðinum hjá børnunum, fáa góð og sera ítøkilig ráð.

Bóklingurin Sunnir miðlavanar – sum vit eru saman um, er at síggja her.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 28-06-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 25-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 16-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 02-05-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 21-03-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 15-02-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-02-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 30-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 26-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 11-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 09-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 19-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 18-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 30-11-2017