Barnaverndarstovan

Verkætlanin TíTT fer nú av bakkastokki

13. juni 2015

Trivnaður hjá børnum er ein felags ábyrgd – og eitt gott barnalív skapa vit í felag. Tað er av alstórum týdningi, at øll, ið starvast við børnum, meta um trivnaðin á einum felags grundarlagi – og taka støðuna upp saman við foreldrunum, tá gerandisdagurin hjá barninum gerst trupul. SSP er tí farið undir eina nýggja trivnaðarfremjandi skipan við heitinum Tiltøk í Tøkum Tíma - stytt TÍTT.

Sum partur av fyribyrgjandi arbeiðinum er Tiltøk í Tøkum Tíma eitt gott amboð hjá fakfólki at varnast tekin um vantandi trivnað. Amboðið er sera einfalt og er við til at síggja barnið, har barnið er. Støðan hjá einstaka barninum verður gjørd upp við trimum litum á einum trivnaðarskjali: Grønum, gulum og reyðum. Tá barnið trívist, er støðan grøn. Eru tað hin vegin viðurskifti, sum undra starvsfólkini, verður guli liturin nýttur, og hava tey orsøk at vera stúrin, kann støðan gerast reyð.

Endamálið við at nýta hesar litir, sum vit kenna so væl frá ferðsluni, er at tryggja, at hond verður tikin um møguligar trupulleikar so tíðliga, sum til ber. Harafturat kunnu hóskandi tiltøk verða sett í verk til tess at tryggja menningina hjá barninum saman við øðrum børnum, eins og saman við vaksnum fólki.

Í arbeiðsháttinum verður dentur lagdur á, at vit síggja styrkir og møguleikar hjá barninum, heldur enn at leita eftir tí, sum vantar. Hetta fyri at tryggja, at møgulig tiltøk serliga taka støði í sterku síðunum hjá barninum, og fyri at taka jaliga partin fram. Samstarv við foreldrini er ein fortreyt fyri at skilja møgulig tekin um, at barnið ikki trívist nóg væl, og tá fyriskipanir skulu setast í verk í mun til trupulleikarnar. Foreldrini eru ómissandi samstarvspartur, bæði tá vit skulu skilja atburðin hjá barninum í samspælinum við familju, á stovni, í skúla ella aðrastaðni, og tá vit skulu finna gongdar leiðir frameftir.

Trivnaðarskjalið, ið nýtt verður sum grundleggjandi amboð, er tí eisini gjørt við tí fyri eyga, at styrkja um førleikarnar hjá starvsfólkum at samstarva og samskifta við foreldrini.

TÍTT er frammanundan kend í Danmark sum TOPI. Í fyrstu syftu fara tær tríggjar kommunurnar, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Hvannasunds kommuna, at royna hana í verki.

Meira kann lesast um TÍTT-verkætlanina í Skúlablaðnum, sum júst er komið út.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo