Fíggjarviðurskifti og samsýning
Fosturforeldur fáa eina skattskylduga samsýning, um tey hava eitt barn til fosturs ella til umlættingar. Samsýningin verður ásett alt eftir, hvussu krevjandi uppgávan hjá fosturforeldrunum er. Mett verður millum annað um møguligar trupulleikar hjá barninum, tørvin á stuðli og kravið um samstarv við foreldrini.
Fosturforeldur fáa 10 % í eftirløn (2024), sum hækkar til 11 % í 2025 og til 12 % í 2026.
Sí møguliga løgtingslóg um eftirløn.
Fosturforeldur fáa ikki frítíðarløn.
Harumframt verður ein upphædd latin til vistarhald, utbúnað og lummapening til barnið.
Eisini ber til at søkja um stuðul fyri aðrar serligar útreiðslur.
Fosturbørn við likamligum ella sálarligum breki
Fosturbørn við likamligum ella sálarligum breki eru at meta sum heimabúgvandi og lúka tískil treytirnar at koma undir hesa lógargrein: kapittul 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um í almennatrygd og tænastur.
Fosturfamiljan hevur rætt til at søkja um endurgjald fyri meirútreiðslur, sum standast av hesum frá Almannaverkinum.