Góðkenning og samstarvsavtala

Fosturforeldraskipanin góðkennir tvey sløg av fosturforeldrum:

1) Fólk, ið eru næstringar at barninum og onnur, sum hava tætt samband við barnið

2) Vanlig fosturforeldur (tilgongdin er hin sama til umlættingaruppgávur)

Barnaverndartænastan ger tilmæli um næstringar og onnur, ið standa barninum nær. Í slíkum førum verður góðkenningin givin til hetta ávísa barnið.

Góðkenning sum fosturforeldur er grundað á eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri.

Tit verða góðkend sum fosturforeldur, um tit hava teir førleikar, ið skulu til. Her verður serliga hugsað um, at tit skulu kunna taka við teirri avbjóðing, ið eitt fosturbarn vanliga hevur við sær. Tit skulu hava neyðug umsorganarevni og foreldraførleika og møguligar royndir sum góðir uppalarar. Eisini bústaðarviðurskifti, heilsuviðurskifti, fíggjarviðurskifti og annað eru partur av metingini.

Fosturforeldur hava til eina og hvørja tíð skyldu til at boða frá broytingum í góðkenningargrundarlagnum, so skjótt sum broytingar eru.

 

Samstarvsavtala

Ein skrivlig samstarvsavtala verður gjørd millum Fosturforeldraskipanina, avvarðandi barnaverndartænastu og fosturforeldur, har ásett er nærri um fyriskipanina fyri barnið.

Í samstarvsavtaluni er ásett:

  • Hvør hevur umsorganina fyri barninum
  • Hvussu leingi ætlanin er, at barnið skal vera í fosturheiminum
  • Slag av fyriskipan, t.v.s. umlætting, bráðfeingis, fyribils ella varandi.
  • Samvera millum barnið, foreldur og onnur.
  • Samsýning til fosturforeldrini, gjøld og aðrar útreiðslur í sambandi við fosturuppihaldið hjá barninum
  • Møgulig koyring. Er koyring ein partur av avtaluni, stendur eisini hon nágreinað, herundir, hvussu koyring verður samsýnd.
  • Møguligur stuðul, vegleiðing og undirvísing frá Fosturforeldraskipanini og barnaverndartænastuni.
  • Tryggingarviðurskifti fyri børn, sum eru sett til fosturs, eru fevnd av vanligu heim- og innbúgvtrygging hjá fosturfamiljum. Tí er neyðugt, at fosturforeldur upplýsa tryggingarfelagið um, at tey hava tikið barn til fosturs. Viðvíkjandi vanlukkutrygging skulu fosturforeldur tekna serstaka vanlukkutrygging fyri fosturbarnið. Eisini eigur tanntrygging at verða teknað fyri fosturbarnið.
  • Tryggingarviðurskifti fyri børn, sum eru til umlætting, eru ikki eru fevnd av heim- og innbúgvtrygging hjá fosturfamiljuni. Foreldrini hjá barninum mugu sjálv syrgja fyri, at barnið er tryggjað.

 

Broytast viðurskifti í fosturheiminum, hava fosturforeldur skyldu at boða Fosturforeldraskipanini og barnaverndartænastuni frá. Fosturforeldraskipanin kann altíð endurskoða avtaluna, um tað verður mett neyðugt.

Avrit av samstarvsavtaluni verður send barnaverndartænastuni og fosturforeldrunum.

Samstarvsavtalan verður vanliga endurskoðað árliga.

Sí yvirskipaða gongd, tá barn verður sett til fosturs.