Meðan barnið er til fosturs

Her eru lýst skyldur og viðurskifti, meðan barnið er til fosturs:

 

Tagnarskylda

Fosturforeldur hava tagnarskyldu – hetta er ásett í fyrisitingarlógini. Tagnarskylda merkir, at tit sum fosturforeldur ikki mugu bera víðari upplýsingar um barnið og um familjuna hjá tí. Tagnarskyldan er framvegis galdandi aftaná, at barnið er farið úr fosturheiminum. Brot á hesa skyldu verður revsað. 

 

Herd fráboðanarskylda

Sonevnda herda fráboðanarskyldan er galdandi fyri øll, sum í sínum starvi hava við børn at gera. Herundir koma eisini fosturforeldur. Hetta er soleiðis orðað í barnaverndarlógini § 14:

Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og í hesum sambandi fáa kunnleika til ella hava orsøk at halda, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða sálarligu ella likamligu heilsu ella menning hjá tí, hava skyldu til navngivið at boða barnaverndartænastuni frá hesum.  

Herda fráboðanarskyldan ber sostatt við sær, at eisini tá talan bert er um ein varhuga, skulu tit boða barnaverndartænastuni frá. Hetta kann til dømis vera í førum, har tit hava varhugan av, at foreldrini eru ávirkað, meðan tey hava samveru við barnið.

 

Valdsnýtsla

Tað er ikki loyvt at nýta vald mótvegis barninum ella á niðurgerandi hátt at fara sálarliga út um mark. Ei heldur er loyvt at hava eftirlit við brøvum ella at avlurta telefonsamrøður hjá barninum.

Um vald – hóast hetta – hevur verið nýtt, eisini tá talan er um neyðverju, skulu tit kunna barnaverndartænastuna og Fosturforeldraskipanina um hetta.

Hvat er valdsnýtsla? Valdsnýtsla merkir til dømis at taka í barnið ella halda tí fast fyri at steðga tí í at fremja harðskap, herverk og annað.

 

Boða barnaverndartænastuni frá, um álvarsamir trupulleikar taka seg upp

... eitt nú um barnið rýmir úr fosturheiminum, um foreldrini halda barninum aftur eftir samveru, ella um foreldur eru ávirkað, tá tey koma eftir barninum til samveru, hava tit skyldu at seta tykkum í samband við avvarðandi barnaverndartænastu.

Barnaverndartænasturnar hava fastar avgreiðslutíðir vanligar yrkadagar. Uttan fyri hesar tíðir ber til at ringja til vakttelefonina hjá hvørji einstakari barnaverndartænastu, tá málið hevur skund. Eisini hava tit skyldu at kunna Fosturforeldraskipanina um trupulleikan.

Meðan barnið er til fosturs
Lat alt upp
Grundskeið og kafékvøld

Í sambandi við góðkenningina skulu fosturforeldur taka lut á einum lógarásettum grundskeiði, ið er tvey daga skeið við gisting á hotelli saman við øðrum nýggjum fosturforeldrum. Fosturforeldraskipanin skipar fyri hesum. Umframt at fáa holla neyðuga og henta vitan, koma tit í samband við onnur fosturforeldur, sum tit kunnu fáa ein gevandi felagsskap saman við. Tí hvør skilur ein betur enn onnur í somu støðu? Luttøka á grundskeiði skal vera gjørt í seinasta lagi eitt ár eftir, at barnið er flutt inn í fosturheimið.

Onnur fosturforeldur fara tit eisini at hitta til kafékvøld, har tað altíð er viðkomandi fakligt upplegg og høvi at hitta onnur fosturforeldur. Fosturforeldraskipanin metir tað tí hava stóran týdning, at tit møta til nøkur kafékvøld um árið.

Heimild er ikki at lata endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við luttøku á grundskeiði ella øðrum skeiðum.

Til ber ikki at søkja Fosturforeldraskipanina um luttøku á øðrum skeiðum enn teimum, sum hon sjálv skipar fyri.

Myndatøka, samrøður, internet og annað

Sum fosturforeldur mugu tit ikki fara út í almenna rúmið við myndum ella samrøðum við barnið.

Hetta merkir, at

  • myndir av barninum bert kunnu nýtast til privata nýtslu
  • barnið ikki skal kunna kennast aftur í ymsum ritum og faldarum
  • barnið ikki má verða nevnt í sosialu miðlunum, eitt nú facebook

Foreldramyndugleikin skal geva sítt samtykki, um myndir av barninum ikki bert eru til privata nýtslu.

Almenn umrøða ella atfinningar

Kemur tað fyri, at eitt fosturbarn verður viðgjørt á miðlum, eitt nú facebook, skal hetta handfarast. Vendið tykkum til avvarðandi barnaverndartænastu og Fosturforeldraskipanina.

Vegleiðing og supervisión

Fosturforeldraskipanin veitir tykkum stuðul og vegleiðing sum fosturforeldur. Tit kunnu somuleiðis eftir tørvi venda tykkum til Fosturforeldraskipanina fyri at fáa ráðgeving og supervisión.

Tá talan er um nýggj fosturmál, hevur Fosturforeldraskipanin eitt tætt og regluligt samskifti við fosturfamiljurnar fyri at stuðla tykkum í uppgávuni sum fosturforeldur.

Barnaverndartænastan hevur ábyrgdina av sjálvari fyriskipanini og hevur framhaldandi viðgerðina av málinum um hendi, og hevur tí ábyrgd av at veita tykkum ráðgeving og supervisión í mun til ætlanina og menningina hjá barninum.

Tryggingarviðurskifti

Tey, ið hava børn til fosturs, skulu sjálv tekna eina blandaða ábyrgdar- og vanlukkutrygging móti persónsskaðum, ið fosturbarnið elvir móti triðja persóni, og móti skaðum, ið fosturbarnið elvir móti ogn ella lutum hjá triðja persóni.

Børn, sum eru til umlætting, eru tó ikki fevnd av tílíkari trygging. Barnaverndartænastan má tí tryggja sær, at foreldrini at børnum, ið eru í umlætting, sjálv hava eina trygging, sum fevnir um barnið.

Sjúka

Gerst barnið sjúkt, taka fosturforeldrini sær av hesum á sama hátt sum av egnum børnum, eisini um hetta hevur fráveru við sær á arbeiðsplássi teirra. Um frávera á arbeiðsplássinum stendst av sjúkum barni, eru somu sømdir galdandi fyri fosturforeldur sum fyri foreldur annars, sí § 3, stk. 5 í dagpeningalógini.

Barnið skal vera í fosturheiminum, eisini um sjúka ella barnsburður er í fosturfamiljuni.

Dagstovnur og skúli

Tá barnið skal hava pláss á dagstovni ella skrivast inn í skúla, skulu tit sum fosturforeldur syrgja fyri hesum. Umráðandi er tó, at hetta fer fram í samráð við barnaverndartænastuna og við foreldrini at barninum, sum skulu hoyrast um skúlaval.

Pass

Vanliga er tað foreldramyndugleikin, sum skrivar undir, tá søkt verður um pass til eitt barn –eisini tá barnið er umsorganaryvirtikið.

Skuldi tað hent, at foreldramyndugleikin sýtir fyri at skriva undir umsóknina um pass, hevur avvarðandi barnaverndartænasta tó møguleikan at søkja Føroya landfúta um pass til barnið.

Fosturforeldur, ið skulu ferðast við barninum, og sum tískil hava tørv á einum passi, eiga at venda sær til barnaverndartænastuna í góðari tíð, ið tekur spurningin upp við foreldrini.

Flyting

Børn, ið verða sett heiman, skulu skrásetast sum búgvandi hjá fosturforeldrunum. Barna- verndarverndartænastan tekur sær av hesum, eins og møguligari skúlaflyting, lækna, heilsufrøðingi o.t.

Royking

Væntað verður, at børn, sum eru sett heiman, búgva í roykfríum umhvørvi. Roykir onkur í húskinum, verður hetta uttandura. Hetta fyri at sleppa undan teimum skaðiligu árinum, ið royking hevur við sær.

Tá fosturuppihaldið nærkast endanum

At hava eitt barn til fosturs ella í umlætting kann vera galdandi í styttri ella longri tíð, men tó altíð í eina avmarkaða tíð. Í øllum førum endar tíðarskeiðið, tá endamálið við fyriskipanini er rokkið, ella tá barnið ikki longur er fevnt av barnaverndarlógini. Eyðsæð er, at tað ikki altíð er so lætt fyri fosturforeldur at lata barnið fara úr teirra heimi, einum barni, ið tit hava knýtt seg tætt til.

At eitt barn ikki longur er til fosturs nýtist tó ikki at merkja, at sambandið við fosturforeldrini slitnar. Ofta verður avtalað, at fosturforeldrini í staðin fáa ein stuðlandi leiklut, alt eftir, hvør tørvurin hjá barninum er. Á hendan hátt verður hildið fast í tilknýtinum, til fosturbarnið hevur fótað sær í tilveruni sum vaksin - á sama hátt sum vanligt er hjá ungdómi, ið so við og við skal taka sjálvstøðuga ábyrgd.