Uppgávan hjá fosturforeldrum
At vera fosturforeldur er at meta sum meira enn eitt vanligt fulltíðarstarv. Fosturforeldur fáa ábyrgd av umsorgan og uppaling í styttri ella longri tíð. Tá fosturforeldur taka ímóti einum barni, geva tey barninum ein nýggjan møguleika og øðrvísi karmar at liva undir.
Barnið kann hava eina barlast við sálarligum ella likamligum løstum, sum gera uppgávuna sum fosturforeldur rættiliga krevjandi. Gerandisdagurin og familjulívið broytast, og tí er umráðandi, at øll familjan er klár til at taka ímóti barninum. Ein fosturfamilja skal eisini vera fús og megna at samstarva við myndugleikar og foreldrini at barninum.
At vera fosturforeldur krevur nógv persónliga og hevur árin á alla familjuna. Samstundis er tað bæði gevandi og læruríkt. Fosturforeldur hava møguleika at geva einum barni ein týðandi førning at bera víðari í sínum lívi. Tað er ein møguleiki fyri at gera mun í lívinum hjá einum øðrum menniskja, og ofta verða bond knýtt fyri lívið.
Fosturforeldraskipanin veitir ráðgeving og skipar fyri regluligari undirvísing og skeiðum fyri fosturforeldrum.
Umlætting til fosturforeldur
Sum fosturforeldur kunnu tit ikki seta onnur fólk til at taka sær av barninum, um sæð verður burtur frá vanligum tørvi á barnagentu, eitt nú tá tit skulu á foreldrafund ella til onnur tiltøk, ið hoyra gerandisdegnum til. Eru tit burturstødd í styttri tíð, og barnið tá heldur til hjá øðrum fólki, hava tit skyldu at boða barnaverndartænastuni frá hesum.
Útgangsstøðið og tilmælið er, at fosturbarnið er við fosturfamiljuni til allar feriur og líknandi. Koma serligar støður fyri (t.d. sjúka), verður mælt til, at fosturforeldur venda sær til barnaverndartæanstuna fyri at kanna møguleika fyri umlætting.
Lurta eftir útvarpssending um fosturforeldur her.
Les meira
Lýsing av uppgávum
Lat alt uppTá mett verður, at fyribyrgjandi fyriskipanir ikki skapa nøktandi úrslit fyri barnið, kann Føroya Kærustovnur eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini taka avgerð um, at eitt barn verður umsorganaryvirtikið og sett heiman. Tað merkir, at Barnaverndarnevndin yvirtekur umsorganarábyrgdina av barninum, men kann lata hana víðari í hendurnar á góðkendum fosturforeldrum ella stovni. Hóast Barnaverndarnevndin letur umsorganarábyrgdina víðari, hevur barnaverndarnevndin framvegis endaligu ábyrgdina av barninum.
Umsorganaryvirtøka kemur bert upp á tal, um barnaverndarnevndin hevur troytt møguleikarnar við fyribyrgjandi fyriskipanum.
Umsorganaryvirtøka kann koma upp á tal:
- tá ið álvarsom vanrøkt er í mun til dagligu umsorganina fyri barninum
- um barnið er fyri harðskapi ella øðrum álvarsomum ágangi
- um líkt er til, at heilsa ella menning hjá barninum er í álvarsomum vanda vegna vantandi umsorgan frá foreldrunum
- um barnið hevur trupulleikar við misnýtslu, hevur brotsligan atburð ella aðrar álvarsamar sosialar trupulleikar
- um barnið hevur aðrar atferðar- ella tillagingartrupulleikar
Barnaverndarnevndin skal í fyriskipanum um umsorganaryvirtøku við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar eru broyttar, soleiðis at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum. Um so er, skal Føroya Kærustovnur seta avgerðina um umsorganaryvirtøku úr gildi.
Tá umlætting verður brúkt sum fyriskipan í einum barnaverndarmáli, býr barnið vanliga fast hjá foreldrunum, men er til umlættingar hjá fosturforeldrum í nakrar dagar við jøvnum millumbilum. Endamálið við einari umlættingarskipan er at veita foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki megna at ansa barninum alla tíðina, umlætting.
Talan kann bara vera um foreldur, sum ikki hava møguleika fyri at fáa børn síni ansað hjá ommum og abbum ella aðrari familju. Talan kann eisini vera um stakar uppihaldarar, ið tørva umlætting av og á, fyri at megna dagligu uppgávuna sum foreldur.
Vanliga verður fyrst kannað, um næstringar kunnu átaka sær uppgávuna at taka barnið til umlættingar.
Í ávísum førum kann ein umlætting vara í eitt longri samanhangandi tíðarskeið, t.d. við frítíðarumlætting ella um foreldur fara í viðgerð.
Tá ein bráðfeingis støða tekur seg upp í einum heimi, kann tørvur vera á fosturforeldrum, sum kunnu taka eitt barn til sín alt fyri eitt. Til dømis í sambandi við kynsligan ágang ella harðskap. Fosturforeldraskipanin kann tí altíð vísa barnaverndartænastuni á eitt bráðfeingis fosturheim – eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Er tørvur á einum bráðfeingis fosturheimi, verður altíð fyrst kannað, um til ber hjá næstrinum ella øðrum, sum hava tætt samband við barnið, at gerast fosturforeldur.
Tað er formaðurin ella næstformaðurin í barnaverndarnevndini í økinum, sum tekur avgerð um at taka eitt barn úr heiminum beinanvegin.
Les um bráðfeingis umsorganaryvirtøku í § 17 í barnaverndarlógini.
Eitt barn kann verða sett fyribils í eitt fosturheim, tá barnaverndarnevndin fyribils hevur yvirtikið umsorganina fyri barninum. Talan er um eina fyribils loysn, og arbeitt verður fram ímóti, at barnið skal koma heim aftur til foreldrini, tá ið umstøðurnar í heiminum aftur eru nóg góðar hjá barninum.
Vanliga verða børn av fyrstan tíð sett til fosturs í eitt ella tvey ár. Varandi umsorganaryvirtøka kemur vanliga ikki upp á tal, fyrr enn barnið hevur verið til fosturs í fimm ár. Um tað tá verður mett, at barnið ikki kann fara heim aftur, kann stig takast til at seta barnið varandi til fosturs. Hetta hendir bert í sera álvarsligum málum, tá ið foreldrini varandi ikki eru før fyri at taka sær av barninum.
Tá ið fosturforeldur skulu finnast til eitt barn, skal altíð fyrst verða kannað, um næstringar ella onnur úr netverkinum hjá barninum, til dømis ommur og abbar, eru egnað at verða fosturforeldur hjá barninum. Í hesum sambandi verður vikið frá krøvunum til eitt nú bústað og aldur hjá fosturforeldrunum.
Næstringar ella onnur í netverkinum hjá barninum kunnu tískil verða góðkend sum fosturforeldur til ávísa barnið. Barnaverndartænastan kannar sambandið og viðurskiftini millum næstringarnar og barnið. Síðan verður ein meting gjørd av, um hesir næstringar kunnu geva barninum ta umsorgan og stuðul, sum tørvur er á, møguliga við aðrari serkønari hjálp.
Fosturforeldraskipanin kannar, um næstringarnir lúka treytirnar fyri góðkenning. Um fosturfamiljan verður góðkend, hevur Fosturforeldraskipanin eftirlit við fosturheiminum, og barnaverndartænastan hevur eftirlit við barninum og fyriskipanini.