Yvirskipað gongd

Yvirskipað gongd tá barn verður sett til fosturs
Lat alt upp
1. Avgerð: Barn sett til fosturs

Eftir tilmæli frá barnaverndartænastu tekur Føroya Kærustovnur avgerð, um barn skal verða sett heiman.

2. Ætlan út frá støðu hjá barni

Barnaverndartænastan ger ætlan um fyriskipanina at seta barnið heiman. Hetta verður gjørt út frá støðuni hjá barninum.

3. Avgerð og ætlan send Fosturforeldraskipan

Barnaverndartænastan letur Fosturforeldraskipanini avgerðina hjá Føroya Kærustovni saman við ætlanini, sum skal vera støðið fyri tíðini, ið barnið er hjá fosturfamiljuni.

Tá tit taka eitt barn til fosturs ella í umlætting, játta tit samstundis at fylgja hesi skrivligu ætlanini. Skrivliga ætlanin verður eftirmett í sambandi við uppfylgjan í málinum.

4. Fosturforeldraskipan finnur fosturfamilju

Fosturforeldraskipanin leitar eftir hóskandi fosturfamilju. Tveir møguleikar eru:

1. Barnavendartænastan ger tilmæli um ávís fólk innan næstringar ella netverk. Hesi senda Fosturforeldraskipanini umsókn um at gerast fosturforeldur.

2. Fosturforeldraskipanin kannar møguleikar millum tøk fosturforeldur í skipanini.

5. Fosturforeldur verða kunnað nærri

Fundur í Fosturforeldraskipanini (í Barnaverndarstovuni) saman við fosturforeldrum og barnaverndartænastuni, har fosturforeldur fáa meira kunning um uppgávuna.

6. Foreldur vitja fosturheim

Á vitjan í fosturheiminum luttaka Fosturforeldraskipanin, barnaverndartænastan, foreldur og fosturforeldur.

7. Barnið vitjar fosturheimið saman við foreldrum

Barnið vitjar fosturheimið saman við foreldrum og barnaverndartænastuni. Vil annar av pørtunum hava Fosturforeldraskipanina við, luttekur hon.

8. Barnið flytur inn

Innleiðslan fer fram eftir tørvinum hjá barninum. Ofta verður vitjað nakrar ferðir, áðrenn barnið svevur í fosturheiminum. Soleiðis er eisini í sambandi við umlætting.

9. Hálvárligt eftirlit í fosturheiminum

Barnaverndartænastan hevur hálvárligt eftirlit, har hon vitjar fosturheimið. Sosialráðgevin hevur samrøðu við barnið í einrúmi. Eisini hevur sosialráðgevin samrøðu við fosturforeldrini. Eisini Fosturforeldraskipanin vitjar fosturheimið árliga.